top of page
  • Facebook

Leita

Endamál

Endamálið hjá KLH er at virka fyri kristiligum sendingum í almenna Kringvarpinum – í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.tl.

​

KLH  styðar útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum.

​

KLH arbeiðir ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.

​

Kristiligt lurtara og hyggjarafelag er ikki eitt felag, sum ger tilfar at senda í útvarpi og sjónvarpi, men vil verja, økja og styrkja um kristiliga tilfarið í almenna Kringvarpinum.

KLH er ein limafelagsskapur. Nú eru uml. 1200 limir í felagnum. Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, sum altíð hevur verið hildin Kristi himmalferðardag. Í nevndini sita 9 limir.

​

Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, sum hevur fylt 14 ár. Tað er týdningarmikið, at nógvir limir eru í KLH. Nógvir limir eru ein styrki hjá felagnum at verja støðu og endamál felagsins.

​

Set teg sum lim í KLH og ver soleiðis uppií arbeiðnum fyri góðum tilfari í útvarpi og sjónvarpi. Tú kanst gerast limur við at senda felagnum ein teldupost á klh.felag@gmail.com ella seta teg í samband við okkum á facebook-síðuni hjá felagnum. Limagjaldið er kr. 200,-.

Limafelagsskapur

Tað nýggjasta

Tíðindi

Kunning

Tiltøk

Annað

bottom of page